Danska sjónvarpsrásin TV2 visti í gjárkvøldið at siga frá óváttaðum keldum, at fyrrverandi danski landsliðsleikarin Brian Laudrup, er á veg til FC Keypmannahavn at spæla.
Tað er ikki fyrstu ferð, at søgur hava gingið um, at Brian Laudrup skal til FC Keypmannahavn at spæla. Tá sáttmálin við Glasgow Rangers var úti í summar gingu nógvar søgur um hvar Brian fór at spæla.
Fleiri stórfeløg vóru úti um seg og eitt nú var nær við, at Brian Laudrup endaði í hálendska stórfelagnum Ajax Amsterdam. Men eftir søgunum at døma, so var FC Keypmannahavn eisini úti við snørinum í summar, men Brian beit ikki á.
Nú er so lív komið í søgurnar aftur. Brian Laudrup hevur verið sera ónøgdur við viðurskiftini í Chelsea, sum hevur so nógvar stjørnur at taka av, at tær standa í "kø" fyri at spæla. Vialli, venjari Brians, hevur brúkt eina sokallaða rotatiónsskipan sum ger, at allar stjørnurnar skiftast um at spæla, og tað er hesa rotatiónsskipan at Brian og aðrir av hansara liðfeløgum hava verið sera ónøgdir við í seinastuni.
Kendi italski spælarin Zola var í vikuni úti í fjølmiðlunum við somu boðum sum Laudrup, at fekk hann ikki fulla spælitíð, so verður formurin ikki nóg góður.
Chelsea formaðurin avsannar
Tíðindastovurnar í Danmark hava sjálvsagt roynt at fáa váttað tíðindini um Brian Laudrup, men tað hevur gingið sera striltið.
Laudrup sjálvur hevur ikki verið at fingið fatur á, men kona hansara, Mette Laudrup hevur sagt donsku fjølmiðlunum, at einki er um tíðindini.
Flemming Østergaard, sum er stjóri í FC Keypmannahavn vil hvørki váttað ella avsannað tíðindini, og vil heldur ikki gera viðmerkingar til søguna.
Hinvegin hevur starvsfelagið hansara í Chelsea, hann eitur Colin Hutchinson, sagt, at einki er í søgunum.
Trívist illa í London
Orsøkin til at Brian Laudrup nú skal til Danmarkar at spæla er sum áður nevnt, at hann trívist illa í London. Spælaraskipanin í Chelsea við teimum nógvu stjørnunum er ein trupulleiki, meðan ein annar trupuleiki er, at børnini ikki trívast í stórbýnum.
Hetta seinna kom fram í eini blaðsamrøðu, sum BT hevði við Brian Laudrup fyri stuttari tíð síðan.
Og at børnini ikki trívast er nakað sum ikki dámar kenda danska stjørnuleikaranum. Orsøkin til at hann fór til Skotlands at leika úr Italia var tann, at familjan ikki treivst og ikki fekk frið í Italia. Umstøðurnar í Skotlandi hesum viðvíkjandi vóru so nógv betri at hann var verandi í Glasgow í fýra ár.