Bridge: FM til liðið hjá Allani

Liðið hjá Allan Dal-Christiansen vann FM fyri lið í bridge

Føroyameistarar í bridge 2019: Balle Mohr, Rói á Rógvi Joensen, Pól Egholm, Allan Dal-Christiansen(liðskipari) og Eyðun Anthoniussen.

Liðið hjá Allan Dal-Christiansen vann FM fyri lið í bridge. Balle Mohr, Rói á Rógvi Joensen, Pól Egholm, Allan Dal-Christiansen, liðskipari, og Eyðun Anthoniussen hildu høvdið kalt líka til tað seinasta.

Tað sá ikki serliga spennandi út áðrenn seinastu tvey umførini í FM fyri lið í Bridgekappingini, sum vóru spæld leygardagin. Støðan í oddinum var, at liðið hjá Boga Simonsen hevði 185,56, liðið hjá Allan Dal-Christianen 169,15 og liðið hjá Dia Jacobsen 168,70.

Tó var tað soleiðis at liðið hjá Boga Simonsen enn hevði eftir at spæla móti liðunum, sum lógu nummar tvey og trý. Spenningur kundi koma í, um liðið hjá Dia Jacobsen, ið skuldi spæla næstseinasta dystin móti Boga Simonsen, kundi vinna dystin stórt.

Dystirnir í næstseinasta dystinum vóru hesir: Danny Danielsen-Jákup Sørensen 10-10, Bogi Simonsen-Dia Jacobsen 2,10-17.90 og Óli Holm-Allan Dal-Christiansen 3,20-16,80. Áðrenn seinasa umfar var støðan nú sera jøvn í oddinum: Bogi Simonsen 187,87, Dia Jacobsen 186,60 og Allan Dal-Christiansen 185,95.

Nú høvdu helst tey flestu vænta, at liðið hjá Dia Jacobsen fór at vinna. Hetta tí, at tað helst fór at vera rímiliga javnt millum Boga Simonsen og Allan Dal-Christiansen. Um liðið hjá Dia Jacobsen kláraði at vinna sín síðsta dyst móti Danny Danielsen stórt, so vóru teir føroyameistarar. Men teir á liðinum hjá Allan Dal-Christiansen vildu tað øðrvísi.

Seinastu dystirnir endaðu soleiðis: Allan Dal-Christiansen-Bogi Simonsen 18,12-1,88, Dia Jaoobsen-Danny Danielsen 13,81-6,19 og Jákup Sørensen-Finn Ougaard 12,98-7,02. Sostatt gjørdisi liðið hjá Allani føroyameistari fyri lið í ár

 Hetta gav endaligu støðuna:

Allan Dal-Christiansen 204,07 

Dia Jacobsen 200,41

Bogi Simonsen 189,75

Óli Holm 123,69

Finn Ougaard 119,88

Danny Danielsen 118,00

Jákup Sørensen 66,20

Føroyameistarar í bridge 2019: Balle Mohr, Rói á Rógvi Joensen, Pól Egholm, Allan Dal-Christiansen(liðskipari) og Eyðun Anthoniussen.