Liðið hjá Byggitilfar hevði undan seinastu tveimum dystunum vunnið sær eina lutfallsliga trygga leiðslu á umleið 17 stig, og var avbjóðingin tískil at verja borg í seinastu umførunum.
Setningurin hjá avbjóðarunum – liðunum hjá Jóannes Mouritsen og Símun Lassaberg - sum lógu á ávikavist øðrum og triðja plássinum – var tískil greiður. Skuldu teir gera sær vónir um FM-heitið, so skuldu teir vinna seinastu tveir dystirnar.
Í næstseinasta umfarinum møttust liðini hjá Byggitilfar og Símun Lassaberg, meðan liðið hjá Jóannes Mouritsen leikti móti liðnum Rútar 7. Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at liðið hjá Byggitilfar vann ein lutfallsliga greiðan sigur á liðnum hjá Símun Lassaberg (17,87 – 2,13), meðan liðið hjá Jóannes Mouritsen greiddi sín setning við at vinna á liðnum hjá Rútar 7 (17,69 – 2,31).
Í seinasta umfarinum hittust so liðini hjá Byggitilfar og Jóannes Mouritsen í dysti um FM-heitið. Leiðslan, sum liðið hjá Byggitilfar hevði vunnið sær, kravdi at liðið hjá Jóannes Mouritsen skuldi vinna ein trivaligan sigur, um teir skuldi gera sær vónir um FM-heitið. Liðið hjá Byggitilfar sýntist tó at hava tak á dystinum, og endaliga úrslitið av oddadystinum gjørdist, at liðið hjá Byggitilfar vann dystin (13,78 – 6,22), og tryggjaði sær harvið føroyameistaraheitið fyri lið.
Liðið hjá Byggitilfar mannaðu: Dánjal Pauli Mohr, Arne Mikkelsen, Rúni Mouritsen og Dia Jacobsen.
Endaliga støðan í A-bólkinum FM-kappingini fyri lið gjørdist hendan:
A-bólkur:
Byggitilfar |
101,20 |
Jóannes Mouritsen |
76,78 |
Símun Lassaberg |
54,72 |
Rútar 7 |
37,30 |
B-bólkin vann liðið hjá Jet Jam, meðan liðið hjá Jassunum spældu seg til eitt annaðpláss.
Endaliga støðan í B-bólkinum FM-kappingini fyri lið gjørdist hendan:
B-bólkur:
Jet Jam |
148,86 |
Jassarnir |
136,38 |
Henriette Svenstrup |
118,03 |
Ace Beo |
106,07 |
Suðuroyar Bridgefelag |
101,22 |
Hallur Ellingsgaard |
69,17 |
Nærri útgreining av úrslitunum er at finna á heimasíðuni hjá Føroya Bridgesambandi: www.bridge.fo