BRIDGE
Kappingarárið hjá FBS fór av bakkastokki longu í september í ár, tá kappingin FM-Feløg varð leikt í Vági. Eitt lið úr hvørjum felag spældi um heiðurin at gerast føroyameistari fyri feløg. Kappingin var framúr væl fyriskipað, og eiga vágbingar stórt rós uppiborið. Sjálvdan hevur nøkur kapping verið meir spennandi enn tað sama. Tá ið roykurin hevði lagt seg, var tað Eysturoyar Bridgefelag, ið vann við einum impi. Bridgedeild Kaggans gjørdist nr. 2.
Eysturoyar Bridgefelag vann steypið til ognar, og framgongur endaliga støðan av yvirlitinum niðanfyri:
1Eysturoyar Bridgefelag110
2Bridgedeild Kaggans109
3Havnar Bridgefelag67
4Vágs Bridgefelag58
5Vágs Bridgefelag II51
6Nýggja Bridgefelagið40
Á liðnum hjá Eysturoyar Bridgefelag vóru:
Eyðun Anthoniussen og Robert Langaard - Dia Jacobsen og Hans Egil Rasmussen
Liðið hjá Bridgedeild Kaggans:
Bogi Simonsen og Símin Lassaberg - Heðin Mortensen og Jan Petersen
Sum nakað nýtt varð ein multihold útrokning gjørd yvir hesa kapping, multihold er ein útrokning sum á leið sigur, hvussu tey einkultu pøruni hava staðið seg í kappingini.
Støðaní Mulithold:
1Bogi Simonsen og Símin Lassaberg 21,76
2Eyðun Anthoniussen og Robert Langaard 19,56
3Heðin Mortensen og Jan Petersen 18,56
Her er vert at leggja tilmerkis, at Heðin Mortensen og Jan Petersen, ið ikki hava spælt saman áður gjørdist nr. 3, eitt framúr úrslit hjá teimum báðum.
Komandi vikuskifti byrjar so kappingin hjá 1. og 2. deild aftur. Lagt verður til brots fríggjakvøldið kl. 19:00 í Bridgehúsinum í Tórshavn. Í 1. deild eru seks lið, meðan 2. deild telur 10 lið. Ávísar broytingar í reglugerðini eru framdar. Eitt nú kann nevnast, at øll pør, sum luttaka, skulu hava eitt væl útfylt systemkort (lítið). Brot á hesa reglu verður sektað við 2 kp. Reglugerð við broytingum sæst á heimasíðuni hjá bridgesambandinum, www.bridge.fo
Enn er gjørligt at melda lið til í 2.deild.
Skráin hjá Bridgesambandinum fyri veturin, 03/04 er annars hendan.
26. septemberFM-feløgVágur
24. oktoberFM-liðTórshavn
14. novemberFM-liðEysturoy
16. januarFM-liðTórshavn
31. januarFøroya Bjór Simultan
28. februarFM-pør, hálvfinala
12. marsFM-lið, endaumfarKlaksvík
27. marsFM-pør, finalaTórshavn
FBS hevur avgjørt at senda tvey landslið við til EM, sum verður í Malmø í summar.
Kvinnulandsliðið er longu farið undir ávísar fyrireikingar, meðan tað opna landsliðið fer í gongd mánadagin 03.Nov. kl 19:00 í Bridgehúsinum í Tórshavn. Pør, ið hava hug at royna at koma við á landsliðið kunnu seta seg í samband við Róa á Rógvu Joensen samskipara ella Boga Simonsen, nevndarlim í FBS.