Bridge
Føroya Bridge Samband fer í ár at undirvísa í bridge í trimum skúlum í Tórshavn, nevniliga Kommunuskúlanum, Eysturskúlanum og Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði.
Mentamálastýrið stuðlar fíggjarliga, soleiðis at undirvísing og undirvísingartilfar verður ókeypis. Skúlarnir leggja høli til og hjálpa við upplýsing um tiltakið. Føroya Bridge Samband útvegar lærarar og undirvísingartilfar. Undirvísingartiltakið í ár er ein roynd, og verður tað væleydnað, verður hildið fram á skúlum kring landið komandi ár.
Royndir frá Kvøld- og Ungdómsskúlanum (her fer Arnbjørn Sivertsen at undirvísa í vetur) vísa, at undirvísingin hildnast best, tá næmingarnir byrja um 14 ára aldur. Málbólkurin er tí fyrst og fremst næmingar á framhalds- ella studenta og HF-skúlum. Tað eru tó bæði yngri næmingar og lærarar á skúlanum, sum ynskja at luttaka, og tey eru eisini hjartaliga vælkomin, einasta treytin er, at viðkomandi hava hug at spæla kort. Hevur ein ikki roynt hetta áður so ein ivast, ber til at meta seg eftir, um einum dámar at loysa uppgávur: eitt bridgespæl er ein meldiuppgáva og ein spæliuppgáva, og kappingin snýr seg um at loysa uppgávuna til hvørt spælið best møguligt.
Undirvísingin er skipað soleiðis:
Á Kommunuskúlanum í Havn fer Fríðhild Petersen at hava ábyrgdina.
Á Føroya Studentaskúli og HF-Skeið verður tað Kaj Alstrup.
Á Eysturskúlan verður tað Heðin Mouritsen.
Ov fá ung
Hesir tríggir bridgelærararnir ? sum allir eru bridgespælarar við undirvísingarroyndum ? fáa síðani hjálparfólk fyri t.d. at tryggja móti forfalli og í heila tikið at gera undirvísingina meira áhugaverda.
Seinri í heyst og helst eisini til várs er ætlanin at gera útferðir við næmingunum soleiðis, at hesir kunnu møta øðrum næmingum, bæði í bridgekapping og í øðrum høpi.Ætlanin var í vár at savna allar næmingar til eitt ?treff? í Vági, men hetta datt niðurfyri av ymiskum orsøkum, m.a. EM í Italia. Tað hevði tí verið hóskandi í staðin at skipa fyri einum vikuskiftistiltaki í Vági til heystar. Hvar farið verður til várs kann støða verða tikin til, tá vit vita meira um, hvar undirvíst verður aðrastaðir og hvat næmingarnir sjálvir vilja.Lagt skal verða afturat, at eisini her stuðlar Mentamálastýrið fíggjarliga (av veddingarpeninginum).
Í Føroyum eru nógv fólk, sum spæla bridge, og í summar vístu vit, at vit ikki smæða okkum burtur í altjóða høpi, tí bæði mannsliðið og kvinnuliðið vunnu á heilt sterkum tjóðum. Eisini unglingalandsliðini hava havt góð úrslit í norðurlendskum kappingum, sjálvt um Norðurlond teljast millum sterkastu bridgetjóðirnar.
Í mun til í grannalondum okkara eru alt ov fá ung í Føroyum, sum spæla bridge. Hetta er stórt spell, tí bridge gevur so nógv afturat av upplivingum, vinskapi og spenningi. Harafturat er so nógv lættari at fáa gott samband við fólk, líkamikið hvar ein er í heiminum, tí bridge verður spælt kring allan knøttin ? ikki minst millum lesandi (í Danmark er t.d. DM fyri skúlanæmingar).
Annaðhvørt ár (tey ólíka) verður skipað fyri NM í bridge fyri unglingar (upp til 25 ár) í ymsu Norðurlondunum. Kappingin verður í Føroyum 2007. Nú eru okkara unglingar í eldra lagi, og FBS ynskir at hava eitt so sterkt unglingalið sum gjørligt til ta tíð. Harafturat verða eingi evni til landsliðið, um ikki byrjað verður á ungum aldri, so møguleikarnir at luttaka í landsliðshøpi eru sera góðir, verður byrjað nú.
Ein kann tekna seg til undirvísingina á skúlanum, men øll eru eisini vælkomin at seta spurningar ella boða frá luttøku beinleiðis til FBS: bridge@bridge.fo. Sí eisini heimasíðuna hjá Føroya Bridgesambandi: www.bridge.fo