Bridge
Kappingarárið hjá Føroya Bridge Samband fer av álvara í gongd í januar 2006, tá lagt verður fyri við liðkappingini.
Sum nakað nýtt, hevur kappingarnevndin hjá Føroya Bridge Samband avgjørt, at liðkappingin hjá 1, 2 og 3. deild skal byrja í januar. Vanligt hevur verið, at tey fyrstu umførini vóru leikt longu í november. Tey fyrstu umførini í ár verða leikt í skúlanum í Sørvági 13 og 14 januar 2006.
Freistin at boða frá luttøku til liðkappingina er fríggjadagin 6. januar 2006.
Steypakappingin
Fyri tveimum árum síðani avgjørdi FBS, at broyta steypakappingina, soleiðis, at hon varð spæld sum ein miniliðkapping. Hendan broyting gekk ikki serliga væl, tískil verður kappingin broytt atfur til tann gamla háttin við cup-skipan. Eftir hesari skipan, verður lutakast millum øll tey tilmeldaðu liðini. Tað liðið, sum fyrst verður trekt hevur heimadyst og skal syrgja fyri at hesin verður spældur eftir galdandi reglum og innan ásettu tíðarfreist. Tá ið komi er fram til hálvfinaluna og sjálva finaluna, verður tað so FBS, ið skipar fyri dystinum.
Vinnarin av steypakappingini sleppur at umboða Føroyar í tí sera sterku Rottneros kappingini, ið verður spæld einaferð í mai 2006. Liðini, ið luttaka í hesari kapping eru steypavinnarar úr hinum norðanlondunum.
Freistin at boða frá luttøku til steypakappingina er 13. januar 2006.
Skráin hjá Bridge-sambandinum fyri 2006 er annars hendan:
13. januarFM-liðSørvági
14. januarFM-liðSørvági
15. januarGrand-Prix parSørvági
3. februarFM-liðEysturoy
4. februarFM-liðEysturoy
5. februarGrand-Prix parEysturoy
24. februarFM-liðTórshavn
25. februarFM-liðTórshavn
26. februarGrand-Prix parTórshavn
17. marsFM-liðKlaksvík
18. marsFM-liðKlaksvík
18. marsVeitsla við steypahandanKlaksvík
19. marsGrand-Prix par
1. aprílFM-par, hálvfinalaTórshavn
22. aprílFM-par, finalaTórshavn