Bros út á fløgu

Tónleikarin og tingmaðurin, Jógvan á Lakjuni, hevur givið væl umtókta bandið hjá sær, »Heima«, út á fløgu

 

Bandið »Heima«, ið fuglfjarðarbólkurin »Bros« gav út fyri fimtan árum síðani, er nú komið út á fløgu.

Tað er tónleikarin og tingmaðurin Jógvan á Lakjuni, ið stendur fyri útgávuni. Hann sigur, at tað millum ár og dag hava verið mong, ið hava biðið hann um at geva væl umtókta bandið út á fløgu.

Bandið var ógvuliga væl móttikið, tá tað kom út fyri fimtan árum síðani, og fleiri av løgunum á bandinum verða enn nógv spæld. Eitt av kendu løgunum er »Summartíðin Gylta«, hjá Øssuri Berghamar.

Jógvan á Lakjuni og bróðir hansara, Eyðun á Lakjuni, eiga meginpartin av løgunum á fløguni. Talan er um løg til yrkingar hjá Hans Andriasi Djurhuus, Ismari Joensen, Símuni av Skarði, Jacob Hansen og Victor á Lakjuni. Kendastu løgini eru helst »Gakk tú tryggur«, »Móðir mín«, »Tað brenna túsund ljós«, »Summi fólk« og »Sum smádrongur lítil«.

Frits Johannesen eigur eisini eitt lag á fløguni, sum genturnar í Fuglfjarðar Gentukóri fyri fimtan árum síðani syngja.

Talan er um eina góða fløgu, hóast løgini á henni ikki teljast millum tey á hitlistunum. Eitt dømi um eitt sera gott og vakurt lag á fløguni finst á skering níggju. Hetta er sangurin »Gakk tú tryggur« hjá Hans Andrias Djurhuus, sum Jógvan á Lakjuni hevur sett lag til.