Brot á Hoyvíkssáttmálan at forða fyri útlendskum ognarskapi

At forða fyri útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni er eftir øllum døma brot á Hoyvíkssáttmálan.

 

Stjórin í løgtinginum, Jonhard Klettheygg, er biðin av Vinnunevndini at kanna, um bannan av útlendskum ognarskapi, er í stríð við millumtjóða sáttmálar.

 

Í uppritinum til vinnunevndina sigur Jonhard Klettheyggj, at sambært sáttmálanum, so kann ikki gerast munur á likamligur ella løgfrøðiligum persónum úr Íslandi ella Føroyum, eins og tað heldur ikki er loyvt forða fyri tí frælsa flutninginum av kapitali og íløgum.

 

Tí metir umsitingin hjá løgtinginum, at uppskotið kann verða í ósamsvar við Hoyvíkssáttmálan.

 

Tað hevur so við sær, at tað verður torført at forða fyri íslendskum ognarskapi í føroyskari fiskivinnu.