Brot á vallyftini hjá øllum flokkum

Allir flokkar lovaðu at farast skuldi undir undirsjóvartunnil til Sands í hesum valskeiðnum, sigur Páll á Reynatúgvu

Sandoyartunnil

? Eg hvakk við, tá ið eg hoyrdi tíðindini í Útvarpinum.
Tað kom óvart á Páll á Reynatúgvu, tingman úr tjóðveldisflokkinum, tá ið hann hoyrdi í útvarpinum í farnu viku, at hurðin nú er gloppað fyri, at tunnilin av Skálafirði til Havnar skuldi takast framum Sandoyartunnilin.
Tað hevur annars ligið í kortunum, at tá ið Norðoyatunnilin var liðugur, skuldi undirsjóvarunnil til Sands verða næstur í røðini.
Men hesa raðfesting sáddi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, iva um í Útvarpi Føroya í farnu viku.
Har segði hann, at hann ivast ikki í, at undirsjóvartunnil kemur í Sandoynna, men at spurningurin er, nær hann kemur og tað varð ikki útihýst, at undirsjóvartunnilin ímillum Skálafjørð og Tórshavn varð tikin framum.
? Høvuðsmálið í valstríðnum í Sandoy uppundir seinasta løgtingsval var nettupp undirsjóvarutnnilin og allir teir størru flokkarnir lovaðu at farast skuldi undir undirsjóvartunnil til Sandoyar í hesum valskeiði.
Tí undrar tað hann stórliga, at møguleikin at taka Skálafjarðartunnilin framum, yvirhøvur verður nevndur .
Hann sigur, at bólturin liggur hjá samgonguni og tað vil vísa seg, tá ið fíggjarlógin kemur fyri í heyst, um ætlanin er at játta neyðuga peningin til framhaldandi kanningar.
? Eg haldi eisini at tað er skeivt at hyggja eftir Sandoyartunlinum sum eitt mál fyri Sandoy burturav.
? Tað tykist ikki sum um at politikararnir síggja tann møguleika, sum Sandoyartunnilin gevur fyri at binda alt Suðurøkið í Føroyum saman og at binda tað saman við meginøkið, tí verður sandoyartunnilin gjørdur, hevur tað verið upp á tal Smyril skal sigla ímillum Suðuroynna og Sand.
? Sostatt er fólkagrundarlagið undir Sandoyartunlinum ikki bara tey 1500 fólkini í Sandoy, men eisini tey 5000 fólkini, sum búgva í Suðuroy, sigur Páll á Reynatúgvu
Tosað hevur verið um at tunnilin undir Skálafjørð skal verða á privatum hondum og fíggjast av privatum.
Páll á Reynatúgvu sigur, at tað vísir seg mangan, at slíkar stórar ætlanir enda hjá tí almenna, so ella so.
? Og skal tað koma upp á tal hjá landinum at veðhalda fyri Skálafjarðartunnilin ella at vera við í ætlanini á nakran hátt annars, skal Sandoyartunnilin gerast fyrst, tí tað er longu fast samband ímillum Skálafjørð og Havnina frammanundan.
Páll á Reynatúgvu vísir eisini á, at valfeløgini, at valfeløgini hjá javnaðarflokkinum , sambandsflokkinum og fólkaflokkinum í Sandoy, góðtóku at parkera ætlaða listaskúlan á Sandoynni við teirri treyt, at skjøtil verður settur á undirsjóvarunnilin ístaðin, tí mett varð, at tað hevði nógv størri týdning fyri oynna.