Brotni fingurin er til reiðar

Kjartan Johansen breyt fingurin fyri trimum vikum síðani, men er til reiðar

Kjartan Johansen, sum júst hevur skift til Kyndil frá StíF, er stóra ivamálið til fyrsta dystin í HM endaspælinum, sum verður í dag klokkan 14 móti Kili. Hann breyt fingurin fyri trimum vikum síðani, men meldar seg tøkan.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg eri her, so eg eri til reiðar, sigur Kjartan Johansen.

 

Les eisini: (Ingi Olsen) Mundu ikki fingið passini aftur

 

Tíbetur er brotið á høgru hond, tí hann skjýtur við vinstru. Hann spælir í morgin við einum fyribyrgjandi handska. Kjartan Johansen er eisini ein av teimum spælarunum, sum hevur verið við øll árini. Í samrøðuni greiðir hann eisini frá hvussu hann minnist tað tíðina, og hvussu tað er at spæla saman við eitt nú Áka Egilsnes.

 

Les eisini: (Sonni Larsen) Spentur og stoltur

 

U21 landsliðið spælir í morgin móti Kili. Dysturin byrjar klokkan 14 og Rás2 sigur frá dystinum.