Broyting og avlýsing um Suðuroyarfjørð

Myndin er tikin klokkan 16 í dag, tá Smyril, nakað seinkaður, kom á Krambatanga.

Veðrið, og at Smuril í løtuni siglir við niðursettari motororku, hevur við sær broytigar í kvøld og í morgin.

 

Strandferðslan sigur soleiðis í dag á ssl.fo.

 

Avlýsingar og broytingar á leið 7 tann 20. og 21. oktober.

 

Av tí at Smyril siglir við niðursettari maskinorku, og at siglt verður vestanfyri, verður túrurin kl. 21:00 av Krambatanga í kvøld, fríggjakvøld 20. oktokber, og túrurin kl. 7:00 av Havnini leygardag 21. oktober, ikki sigldur. Harumframt verður túrurin av Havnini kl. 16:00, leygardag 21. oktober framskundaður til kl. 15:00.

 

 

 

Myndin er tikin klokkan 16 í dag, tá Smyril, nakað seinkaður, kom á Krambatanga.