Broytingar í flogferðsluni næstu dagarnar

Flogferðslan næstu dagarnar er merkt av, at tvey av flogførunum hjá Atlantic Airways ikki eru tøk.


Hóast flogfelagið hevur leigað eitt flogfar frá útlendsku fyritøkuni Titan Airways, so eru tó onkrar broytingar í flogferðsluni mikudagin og fríggjadagin.


Tær eru fylgjandi:


Mikudagur 25.05.16
RC430 úr Vágum til Bergen, er avlýstur. Ferðafólk eru umbókaði til RC450, ið flýgur umvegis Bergen til Keypmannahavnar. Fráferð er úr Vágum kl. 09:00


RC433 úr Bergen til Vágar, er avlýstur. Ferðafólk eru umbókaði til RC459, ið flýgur umvegis Bergen til Vágar. Fráferð er úr Bergen kl. 20:30.


Fríggjadagur 27.05.16
RC414 úr Vágum til Edinburg, er avlýstur. Ferðafólk eru umbókaði til RC450, ið flýgur umvegis Edinburgh til Keypmannhavnar. Fráferð er úr Vágum kl. 09:00.


RC410 úr Vágum til London Gatwick, hevur fingið nýggja fráferð kl. 07:00


RC401 úr Vágum til Reykjavíkar, hevur fingið nýggja fráferð kl. 14:10


RC432 úr Vágum til Bergen, hevur fingið nýggja fráferð kl. 18:20


RC415 úr Edinburgh til Vágar, hevur fingið nýggja fráferð kl. 12:00


RC402 úr Reykjavík til Vágar, hevur fingið nýggja fráferð kl.  15:15


RC433 úr Bergen til Vágar, hevur fingið nýggja fráferð kl. 21:15