Mikudagin bórust tíðindini, at enn ein ferðamannaskrivstova hevur avlýst allar sínar komur til Havnar í 2016. Talan er um Costa Cruises, ið hevur boðað Tórshavnar Havn frá, at vegna grindalógini og fráboðanarskylduni, so avlýsir felagið sínar tvær komur til Tórshavnar.
Talan er um ein fíggjarligan smeit fyri Tórshavnar havn, tí talan er um ein fíggjarligan miss á umleið tríggjar milliónir krónur.
Fráboðanarskyldan hevur verið eitt heitt evni í Føroyum í longri tíð, og stór undirtøka var fyri at broyta hana í tinginum í summar. Men hóast nýggja samgongan tók við í september, so er eingin broyting gjørd í lógini enn.
Høgni Hoydal, fiskivinnuráðharri, sigur við in.fo, at hann ikki heldur tað vera rætt at knýta fráboðanarskylduna saman við seinastu avlýsingina.
- Okkara boðskapur hevur verið greiður og hann er langt síðani farin út. Revsingin í fráboðanarskylduni verður tikin burtur. Lógaruppskotið er á veg í tingið, men skal fyrst til hoyringar. Tí kann fráboðanarskyldan ikki brúkast sum grundgeving fyri avlýsingum.
Fiskivinnuráðharrin vísir á, at talan er um eitt umfatandi lógaruppskot, ið verður lagt fyri tingi.
- Vit hava bara sitið í samgongu í fýra mánaðir, so sjálvur haldi eg, at hetta hevur gingið skjótt. Men hetta hevur tekur sína tíð at fyrireika, og vit hava samstarvað við fleiri onnur aðalráð um hetta. Revsingin verður tikin burtur, samstundis sum man herðir lógina mótvegis felagsskapum, ið ynskja at steðga grindadrápi.

Broytingin í grindalógini er á veg





