Broytt býarmynd

Í Vági er býarmyndin ikki sørt broytt, nú sonevnda Sápuhúsið er niðurtikið.

Í vikuni hvarv ein býarmynd miðskeiðis í Vági.

 

Sonevnda Sápuhúsið er burtur. Arbeitt hevur verið seinnu dagarnar við at taka húsini burtur og síðani við at fríðka um.

 

Arbeiðið er liður í miðbýarætlanini hjá Vágs Kommunu, og økið verður partur av einum øki, ið verður fríðka. Har verður flísalagt torg og gongubreyt, umframt parkeringspláss.