Broytt nógv

Bátsformaðurin á Firvaldi, Katrin Sørensen, sigur, at tær hava broytt nógv í róðrinum, og á vestanstevnu gav tað úrslit.
? Vit hava verið væl við í kappingini alt árið, men hetta er so fyrsti sigurin, sigur ein ovurfegin bátsformaður.
Tær hava verið nummar tvey nakrar ferðir og triðja- og fjórðaplássið hava tær eisini roynt. Men leygardagin fingu tær so gullkrónurnar.
Katrin sigur, at tær fingu ein góðan start, og at tær lógu frammarlaga allan róðurin. Hon sá væl hinar bátarnar, serliga Sílið, sum góvu teimum harða kapping, men tá róðurin var av, hoyrdu tær í útvarpsbátinum, at tað bleiv sagt, at tær vunnu.
? So har var onki at ivast í hjá okkum, sigur Katrin.
Hon leggur at enda afturat, at tær fara at royna at vinna ólavsøkuróðurin eisini.
? Men har er kappingin altíð harðari, tí øll vilja vinna ólavsøkuna, sigur Katrin Sørensen.