Tórfinn Smith,
býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins
Hetta kann nú lata seg gera, hóast tað í sáttmál-anum millum Tórshavnar Kommunu og busseigararnar var fyriskrivað, at ongar politiskar lýsingar mugu verða á ella í bussunum.
Hendan regla hevur verið í gildi síðani 1. februar 1998 og líka til týskvøldið, tá ein meiriluti í býráðnum, omanfyri nevndu flokkar, á eyka býráðsfundi við bert hesum eina málinum á skránni - samtyktu at strika hesa orðing, tí hon hóskaði ikki teimum.
Sambands-, Fólka- og Tjóðveldisflokkurin høvdu gjørt avtalu við eina lýsingastovu um busslýsingar, hóast hetta var greitt brot á reglugerðing. Og hvat er tá til ráða at taka,- jú so broytir man bara reglugerðina, tí hon hóskaði ikki einum sjálvum.
Tað, sum umboðini fyri Sambands-, Fólka- og Tjóðveldisflokkin í Tórshavnar Býráð við hesum hava gjørt er:
1. At býráðssamtykir
eru bert galdandi til
tær eru til ampa fyri
býráðslimir
2. At mál verða troðkað
ígjøgnum uttan neyð-
uga og vanliga nevnd-
arviðgerð. Júst hetta
málið kom fram sum
eykamál á fundi í
Teknisku Nevnd stutt
áðrenn býráðsfundin
3. At ikki er neyðugt við
nakrari sum helst
umsitingarligari við-
gerð
4. At seta alla virðing
fyri býráðsins egnu
samtyktum til síðis
Væl veit eg, at einki óvanligt er við alskyns lýsingum á bussum í grannalondum okkara, og eg sigi heldur ikki, at vit ikki skulu hava politiskar lýsingar á okkara bussum. Men tað skal ikki gerast á tílíkan hátt. Hetta er kanska ikki eitt stórmál í býarpolitikki, men prinsipielt er tað.
Lat okkum nú síggja litføgru áskriftirnar á býbussum okkara komandi dagarnar. Ein áskrift, sum ikki er neyðug frá Sambands-, Fólka- og Tjóðveldisflokkinum er: Hesir broyttu reglurnar fyri teirra egnu skyld.
P.S. Soleiðis sá grein 17 út í sáttmálanum millum býráðið og busseigararnar. Hon var galdandi frá 1. februar 1998 til seinasta týskvøld, tá hon knappliga hvarv sum døgg fyri sól.