Brúktan bil fyri frítíðarpening?

Leygardagin 2. mai - tað er í morgin - verður Føroya størsti brúktabilamarknaður á Skálatrøð í Havn.

Leygardagin 2. mai - tað er í morgin - verður Føroya størsti brúktabilamarknaður á Skálatrøð í Havn, har fleiri av bilasølunum sýna fram sínar brúktu bilar á einum felags marknaðardegi, ið letur upp klokkan 10.

 

Tað er Stuðulsfelagið Knørrur, sum skipar fyri tiltakinum í samstarvi við bilasølurnar, ið sjálvar standa fyri søluni av bilunum. Talan er um eitt afturvendandi tiltak í samband við, at fólk fáa frítíðarløn. Bilasølurnar eru væl fyrireikaðar og hava altíð nógv góð tilboð. Tær bjóða eisini fígging við lágari rentu.

 

Ein av fyrireikarunum, Regin Joensen frá Stuðulsfelagnum Knørri, sigur, at tey í nøkur ár hava skipað fyri líknandi tiltøkum, sum fólk hava tikið væl undir við, og nógvir bilar vórðu seldir.

 

- Umboð fyri tær ymisku bilasølurnar lata eisini væl at tiltakinum, leggur Regin Joensen aftrat.