Bruno Mars syngur til “Twilight”

Tað fyrsta staklagið á komandi fløguni til filmin Twiligt er nú almannakunngjørt, og tað er poppdrongurin Bruno Mars, sum stendur á odda fyri tí.

 

Lagið eitur “It Will Rain”, og er tað fyrsta staklagið frá komandi soundtrack fløguni.

 

Tann næsti filmurin í Twilight søguni eitur “Breaking Dawn – part 1”, og er nummar fýra í røðini.

 

Men fjepparar hjá Bruno Mars og Twilight mugu bíða eitt sindur enn, tí lagið kemur ikki á marknaðin fyrr enn 27. September.