Bryan Adams kemur til Føroya at hava konsert 4. juni næsta ár. Five Star Entertainment hevur tíðindafund fyrrapartin í morgin. Bryan Adams hevur konsert í Føroyum 4. juni næsta ár. Heimskendi kanadiumaðurin við óteljandi hittunum vitjar í Norðurlondum næsta summar, og á veg úr Danmark til Noreg skal Bryan Adams spæla í Føroyum.
Sambært almennu heimasíðuni hjá Bryan Adams sær skráin hjá kanadiumanninum soleiðis út:
30. mai: Aalborg
31. mai: Odense
1. juni: Jelling
2. juni: Hillerød
4. juni: Tórshavn
6. juni: Bodo
7. juni: Tromsø
?Five Star Entertainment?, sum í kvøld bjóðar føroyingum eina konsert við írska sangaranum Johnny Logan, hevur boðað til tíðindafund fyrrapartin í morgin. Fyrireikararnir vilja einki siga um, hvat navn verður avdúkað tá ? bara at talan er um eitt sera stórt navn.
Men sambært Bryan Adams sjálvum fer hann á pall í Tórshavn 4. juni.