Bryggjudansur við Halli Joensen

Í kvøld klokkan 23 verður bryggjudansur við Halli Joensen í stóra tjaldinum á Stangarbrúnni í Klaksvík.

Tað er Grill-Team, sum skipar fyri hesum tiltaki á Føroya Sjómannadegi, og atgongumerki kunnu keypast hjá Grill-Team - ella við dyrnar.

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verið væl dámt, og í fjør eydnaðist dansitiltakið sera væl.

Fleiri av teimum, tú hevur møtt á Stangarbrúnni í dag og nú seinnapartin, siga, at tey ætla ikki at lata bryggjudansin við føroyska countrykonginum fara aftur við borðinum.