Bubbi trýr uppá Jógvan

-Eg havi góðar vónir fyri, at Jógvan Hansen fer at vinna íslendska Grand Prixið, sigur Bubbi Morthens, sum hevur skrivað sangin, sum Jógvan Hansen skal syngja. Íslendski tónleikarin Bubbi Morthens, hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð skrivað ein sang til íslendska Grand Prix kappingina, og tað er føroyski Jógvan Hansen, sum skal synja sangin til kappingina.

 

Sangurin ber heitið One More Day, og Bubbi Morthens kennir seg vísan í, at føroyski sangarin Jógvan Hansen fer at vinna Íslenska Tónleika Grand Prixið í ár.

 

-Hann er ein góður sangari, og eg ivist ikki í, at tað ferð at eydnast honum, at vinna kappingina, sigur Bubbi Morthens.