Bumbuálop í Gazagerianum krevur 17 mannalív

17 fólk eru í nátt deyð í bumbuálopum við Nuseirat, sum er miðskeiðis í palestinska økinum Gazageiranum.

 

Roykur úr Gaza Býi. Mynd: Kenzo Tribouillard/AFP/Ritzau Scanpix

Tað skrivar almenna tíðindastovan undir palestinska sjálvstýrinum Wafa, sambært altjóða tíðindastovuni Reuters.

Sambært Wafa er tað ísraelski herurin, sum hevur framt bumbuálopið. Tað var umleið á midnátt.

Ísraelski herurin, sum javnan lýsir stríðið við Hamas á sosiala miðlinum X, hevði tíðliga í morgun enn ikki umrøtt álopið.

Ísrael fremur javnan álop móti málum, sum vápnaði palestinski bólkurin Hamas sambært landinum nýtir sum hernaðarligt undirstøðukervi.

/ritzau/

 

 

Roykur úr Gaza Býi. Mynd: Kenzo Tribouillard/AFP/Ritzau Scanpix