Bumbuatsókn ímóti Mikael Wiehe

Mánanáttina brast ein minni bumba uttanfyri húsini hjá svenska sangaranum Mikael Wiehe.- Eg hoyrdi onkran rópa ?sieg heil?, sigur svenski trubadururin, ið er hóttur av nazistum

Mánanáttina brast ein minni bumba uttanfyri húsini hjá svenska sangaranum Mikael Wiehe, samstundis rópti onkur ?sieg heil? og hvarv.

- Eg eri ikki bangin, men illur, sigur Wiehe við Aftonbladet.

Eftir spreingingina ringdi onkur, sum segði seg vera lim í nazistiskum felagskapi, til løgregluna. Viðkomandi segði, at tíverri hevði ikki eydnast at drepa Mikael Wiehe hesaferð, men at tað vónandi fór at eydnast næstu ferð.

Hetta er onnur ferðin innan stutta tíð, at Wiehe verður hóttur av nazistum.

Men Mikael Wiehe sigur seg ikki vera bangnan, men heldur skakaðan og illan, tí ein lítil bólkur av nazistum sleppur at fara so við honum.Men Mikael Wiehe sigur seg ikki vilja lata seg ræða ella at nakar skal fáa hann at tiga.


Morð

Mikael Wiehe hevur ongantíð verið bangin fyri at viðurkenna sín politiska lit ella at gera vart við seg, um okkurt er, ið hann ikki heldur er rætt.

Fyri nøkrum vikum síðani var ein 41 ára gamal svenskari myrdur. Nazistar eru tiknir og skuldsettir í málinum. Wiehe heldur, at samband er ímillum morðið og so tað, at nú verður farið eftir teimum, ið hava mótmælt morðinum.

Mikael Wiehe avdúkar eisini í Aftonbladet, at fleiri av vinum hansara, eisini kend listafólk, hava verið fyri somu hóttanum, sum hann sjálvur.

Mikael Wiehe hevur vitjað í Føroyum, m.a. saman við vinmanni sínum Bjørn Afzelius, ið andaðist fyri nøkrum mánaðum síðani.