Í morgun eru næmingar í Aalborg bidnir um at halda seg burtur frá skúlanum og halda seg heima. Talan er um Tech College i Aalborg og Aalborg Tekniske Gymnasium, sum hevur fingið bumbuhóttanir. Tað váttar løgreglan í Norðurjútlandi fyri donskum miðlum í dag.
Bumbuhóttanin kom við telduposti tíðliga í morgun, og leiðslan í Tech College, sum eisini fevnir um Aalborg Tekniske Gymnasium, meldaði beinanvegin hóttanina til løgregluna. Mann hevur so valt at binda um heilan fingur og steingja skúlarnar í dag. Umleið 800 næmingar hava sína dagligu gongd í Aalborg Tekniske Gymnasium, umframt 65 starvsfólk.
- Vit eru til staðar allastaðni í býnum í dag. Vit kunnu uppá ongan máta útiloka, at hetta kann vera sera álvarsligt, og tí taka vit hóttanina í størsta álvara, sigur løgregluovastin Ole Kristensen, sambært TV2.
##med2##
Løgreglan syrgt fyri, at serligir hundar, ið eru vandir til at lukta bumbir, eru innkallaðir frá Keypmannahavn og herinum.
Aalborg Tech College hevur fleiri deildir í býnum. Seks ymsar adressir eru í Aalborg og ein í grannabýlinginum, Nørresundby. Allar deildirnar eru stongdar, og løgreglan er til staðar við hundum. Løgreglan arbeiðir áhaldandi við at finna útav, hvør er komin við hesari bumbuhóttanini.
Nógvir føroyingar búgva í Aalborg, og býruin hevur í nógv ár verið kendur sum ein føroyingabýur. Har eru nógv føroysk lesandi, og so eru tað eisini nógv, ið hava sett sær fast búgv har.
##med3##