Løgreglan í London stongdi fleiri gøtur í miðbýnum í London í dag, eftir at hon hevði fingið eina bumbuhóttan. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at bumbuhóttanin var frá tjóðskaparsinnaðum írum, og tað hevur vakt ans, tí í morgin fer Elizabeth drotning til Írlands á almenna vitjan.
Írsku myndugleikarnir hava sett sera strong trygdartiltøk í verk í sambandi við vitjanina. Myndugleikarnir bera ótta fyri, at ein felagsskapur, ið kallar seg Real IRA, fer at gera um seg undir drotningavitjanini.
Gerry Adams, sum stendur á odda fyri Sinn Féin, hevur sagt, at dotningavitjanin er ikki serliga væl umhugsað.