Bumbuhóttan í Kastrup

Maður sigur seg hava bumbu í taskuni

 

Terminal 2 á flogvøllinum í Keypmannahavn er stongdur, tí har er ein illgrunasom taska. Ein maður er afturhildin.

Københavns Politi hevur sperrað Terminal 2 í Københavns Lufthav, tí tey hava funnið eina illgrunasama tasku. Tað skrivar Københavns Politi á Twitter.

Espen Godiksen, vaktarleiðari hjá Københavns Politi sigur, at ein maður var við at kekka viðføri sítt inn, tá hann varð spurdur, hvat var í.

– Hann varð spurdur, hvat var í taskuni, og so svarar hann, at tað er ein bumba.

– Tá kunnu vit ikki láta sum luft, tá vit eru á einum flogvølli, so tað skal sjálvandi kannast, sigur Espen Godiksen.

Maðurin við taskuni er afturhildin, meðan taskan verður kannað. Løgreglan heldur seg vita, hvør maðurin er, men vil ikki upplýsa nærri um tað nú.

Løgreglan kann enn ikki siga, um tað fer at ávirka ferðsluna. Men tey vóna, at tamarhald skjótt fæst á støðuni. 

/ritzau/

 

##med2##