Bumbumaðurin var úr Marokko

– Hann rópti »Allahu akbar« og sprongdi ein viðførisvogn í luftina, sigur eygnavitnið Nicolas Van Herrewegen

– Hann rópti »Allahu akbar« og sprongdi ein viðførisvogn í luftina, sigur eygnavitnið Nicolas Van Herrewegen

 

Álopið í Brússel í gjárkvøldið kundi verið rættiliga vandamikið. Bumban sprongdist bara partvíst.

 

Belgisku myndugleikarnir siga, at maðurin, sum verður hildin at hava sprongt bumbuna á eini jarnbreytarstøð í Brússel í gjárkvøldið, var úr Marokko.

 

– Hann var ikki eftirlýstur fyri yvirgang, sigur Eric Van der Sypt, sum er kanningardómari í Brússel.

 

Tann mistonkti varð skotin og dripin, tá hann royndi at fáa bumbuna at spreingjast í gjárkvøldið, men tað miseydnaðist, so hon brast bara partvíst.

 

Tað var eftir øllum at døma ætlanin, at gassfløskur og seymir og skrúvur og aðrir metallutir skuldu spreiðast runt í bygninginum, fyri at so mong sum gjørligt skuldu doyggja.

 

Belgiski innanríkisráðharrin, Charles Michel, sigur, at álopið kundi verið rættiliga vandamikið, av teirri ætlaðu spreingingini við gassfløskum og seymum og spískum jarnlutum.

 

Eingin annar enn illgerðaraðurin sjálvur fekk skaða í atsóknini móti jarnbreytarstøðini Gare Centrali í Brússel.

 

Um 21 tíðina í gjárkvøldið skutu belgiskir hermenn illgerðarmannin, sum var mistonktur í sambandi við ta spreinginina, sum var í jarnbreytarhøllini stutt frammanundan.

 

Tað sigur Ine Van Wymersch, sum er talsfólk fyri ákærumyndugleikanrar í Brússel við miðilin VRT, skrivar AP tíðindastovan.

 

Aftaná skipaði eitt bumbulið fyri eini kontrolleraðari spreinging av einum bumbubelti, sum tann mistonkti hevði um miðjuna, skrivar VTM sambært AP.

 

Eygnavitni siga, at maðurin rópti »Allahu akbar« – »Gud er stórur«.

 

– Eg fór niður til mezzanin-støðið (eitt øki á jarnbreytarstøðini, red.), onkur rópti. So skríggjaði hann »Allahu akbar« og sprongdi viðførisvognin í luftina, sigur eygnavitnið Nicolas Van Herrewegen.

 

Sambært AP segði vitnið eisini, at maðurin sá út til at vera millum 30 og 35 ára gamal.

 

Grand Place í miðbýnum í Brússel, sum liggur 200 metrar frá jarnbreytarstøðini, varð ruddað og avsperrað eina løtu. Tað skrivaði Le Soir og fleiri aðrir miðlar í gjárkvøldið.

 

Umframt jarnbreytarstøðina var eisini ein metrostøð í grannalagnum evakuerað. Eisini fleiri bussrutur vóru umskipaðar.

 

Tilbúgvingin í høvuðsstaðnum og í øðrum pørtum av Belgia, eru hækkað, síðani ein metrostøð og floghavnin í Brússel vóru rakt av yvirgangsatsóknum í mars í fjør. 32 fólk doyðu og fleiri hundrað vórðu særd.

 

/ritzau/AP