Bumbur brostnar í Boston

Í minsta lagi tvey fólk eru deyð og 64 hava fingið løstir, eftir at tvær spreingingar hava verið í kvøld, føroyska tíð, í amerikanska býnum, Boston. CNN veit at siga, at millum tey løstaðu eru fleiri, ið hava fingið álvarsligar løstir.

Í dag hevur Boston verið karmur um stóru kapprenningina, Boston Marathon, og tær báðar spreingingarnar vóru í nánd av málumráðnum, men tíbetur vóru ikki so nógvir rennarar á staðnum, tá tað brast. Fleiri amerikanskir fjølmiðlar siga, at spreingingarnar stóðust av heimagjørdum bumbum, men politiið hevur ikki váttað hesar upplýsingar.

– Stutt var millum tær báðar fyrstu spreingingarnar, ið vóru 50 til 100 metrar frá málumráðnum, og nógv fingu skaða í hvørjari av spreingingunum, hevur politimeistarin, Ed Davies, greitt frá á einum tíðindafundi, har hann tó ikki kundi siga, um talan var um eina yvirgangsatgerð ella nakað annað.

Ein triðja spreinging hevur síðani eisini verið við stóra bókasavnið, JFK Library, men ikki er greitt, um nakar mansskaði stóðst av henni. Politiið hevur funnið spreingievni og møguliga aðrar bumbur eisini ymsastaðni í miðbýnum í Boston, og leitað verður víðari á øllum gøtuhornum í miðbýnum, um fleiri bumbur eru.

Talan er um økta tilbúgving í fyrst og fremst Boston, men eisini høvuðsstaðnum, Washington, og stórbýnum, New York, og eisini er amerikanski forsetin, Barack Obama, kunnaður um tað, sum er hent. Politiið heitir á fólk um yvirhøvur at halda seg innandura og í øllum førum ikki at leita upp støð, har nógv fólk er.