Tíðliga seinnapartin var ein ógvuslig spreinging uttan fyri eina løgreglustøð á Mallorca. Tveir løgreglumenn doyðu, og fleiri fólk vórðu løstað. Teir báðir løgreglumenninir sótu í einum bili uttan fyri løgreglustøðina, men tað er ikki greitt, um talan var um eina bilbumbu.
Spreingingin var í einum ferðamannaøki í Calvia, sum er í landssynningspartinum av Mallorca og fimm kilometrar frá høvuðsstaðnum Palma.
Síðani spreingingina hava myndugleikarnir stongt fleiri gistingarhús og floghavnina, og summastaðni hava fólk fingið forboð fyri at ganga úti.
Hildið verður, at millum 1.000 og 1.400 danskir ríkisborgarar eru í umráðnum, men sambært ferðaskrivstovuni Star Tour hava øll tað gott.