Í sínari ársfrágreiðing til landsfundin í Føroya Fiskimannafelag í gjár sigur felagsformaðurin, at Reiðarafelagið fekk eina gávu frá undanfarnu samgongu, tá reiðarar fingu loyvi at leggja tilfeingisgjald yvir á manningarnar.
Hann vísir á, at tað ongantíð hevur verið ætlanin, at eitt gjald á vinnuna skal turkast av upp á fiskimenn.
- Manningin hevur onga ávirkan á, hvussu reiðarin fer við hesum rættinum, og manningin fær heldur ikki eitt oyra, tá reiðarar selja síni rættindi víðari til onkran annan.
Jan Højgaard sigur, at Fiskimannafelagið mótmælti beinanvegin, tá reiðarar byrjaðu at taka gjaldið av óbýttum.
- Vit hava eisini alla tíðina mótmælt tilfeingisgjaldi sum heild - júst tí, vit hava sæð fyri okkum, at hetta fór at vera ein rokning, sum varð send víðari til fiskimenninar.
Hann vísir á, at Reiðarafelagið hinvegin hevur sagt seg einki hava ímóti einum gjaldi, og at tað vóru reiðararnir, sum beinleiðis søgdu, at teir saktans kundu góðtaka eitt tilfeingisgjald sum eitt kilogjald.
- Við tað, at reiðarin er sloppin at trekkja partar av sínum tilfeingisgjaldi av yvir raksturin - av óbýttum - vórðu tað manningarnar, sum gjørdust tann stóri taparin.
At reiðarin við verandi praksis sparir tað í tilfeingisgjøldum, sum svarar til hýruprosentið, er eftir tykki felagsformansins ein beinleiðis rakstrarstuðul til reiðararnar.
- Reiðarin kann jú bara brúka hesar pengarnar - júst, sum hann vil, og tað kann ikki vera annað enn hamrandi skeivt. Vit siga bums nei til at rinda lummapengar til reiðararnar, sigur Jan Højgaard í sínari ársfrágreiðing til landsfundin.