Búnaðargrunnurin og landbúnaðurin

Nýliga eru stórar upphæddir játtaðar úr Búnaðargrunninum til landbúnaðin. Í 2011 vórðu í rundum tølum 80 milliónir krónur játtaðar yvir 10 ár í felagspulju og í ár eru 25 milliónir krónur játtaðar yvir 6 ár til stráfóðurstuðul. Hetta gevur yvir 100 milliónir krónur. ...

 

Seinastu tíðina hava nógvar søgur verið í bæði teimum prentaðu og teim luftbornu miðlunum um føroyska landbúnaðin.
Felags fyri tær er, at tær hava málað eina dapra mynd av verandi umstøðum og útlitunum fyri framtíðina.
Og felags fyri tær er eisini, at Búnaðargrunnurin annaðhvørt beinleiðis ella óbeinleiðis fær skyldina fyri ein stóran part av ólukkunum.

 

Men adressan er skeiv. Búnaðargrunnurin er ikki ein mótspælari í føroyskum landbúnaði. Búnaðargrunnurin er viðspælari, men hevur sínar reglur at virka eftir.

 

Undan páskum høvdu Óla Jákup Müller og Fritleiv Joensen, báðir fyrrverandi bøndur, eitt lesarabræv í miðlunum undir yvirskriftini “Nøkur orð um Búnaðargrunnin, og skilið har”. Í greinini fingu bæði stýrið og leiðsla í Búnaðargrunninum av at vita.

 

Tað kundi verið nóg mikið at kveistra allar ákærurnar í lesarabrævinum frá sær sum grundleysar – tí tað eru tær – men vil eg kortini her gera hesar viðmerkingar:

 

Í fyrsta lagi skal eg gera púra greitt, at leiðslan í Búnaðargrunninum hevur fult álit á Gunnari Bjarnason, ráðgeva. Hann er sum einasta starvsfólk í grunninum nevndur við navni í greinini og er fyri so grovum ákærum, at talan hevði verið um embætismisnýtslu, um tær vóru sannar.
Tað eru tær sjálvsagt ikki. Tvørturímóti  hava vit stóra virðing fyri Gunnari Bjarnason, sum ger eitt kompetent og samvitskufult arbeiði fyri Búnaðargrunnin.

 

Í øðrum lagi vil eg púra greitt vísa aftur, at nakar, sum leitar sær hjálp hjá Búnaðargrunninum, bara verður vendur í hurðini og ikki fær nakra viðgerð, sum lesarabræv-høvundarnir reka fram undir.

 

Um onkur kennir seg ella sínar umsóknir órættvíst viðfarnar av Búnaðargrunninum, kann viðkomandi loyva miðlunum at fáa fult innlit í viðurskiftini, um hildið verður, at almenningurin eigur at síggja viðgerðina, sum Búnaðargrunnurin hevur staðið fyri, og fortreytirnar fyri henni.
Búnaðargrunnurin hevur sjálvsagt tagnarskyldu og kann ikki leggja málsviðgerðir ella aðrar viðkvæmar persónupplýsingar alment fram, men onki forðar hinum partinum í at gera tað.

 

Í triðja lagi vil eg, nú tað í lesarabrævinum verður sett spurnartekin við gegnið hjá ávísum stýrislimi, strika undir, at tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, ið eisini varðar av landbúnaðarmálum, sum hevur eftirlitið við stýrinum fyri Búnaðargrunnin og eisini setir fýra av stýrislimunum. Hesir fýra velja síðani fimta stýrislimin, og stýrið skipar seg sjálvt.

 

Í fjórða lagi vil eg vísa á, at festini eru almenn ogn, og tað eru tey, ið eiga pengarnar á festikontunum, og ikki festibøndurnir persónliga, sum lesarabræv-høvundarnir annars leggja upp til.

 

Í stórt uppsettum greinum í Sosialinum 24. mai verður so aftur ein mynd málað, har lesarin valla fær gjørt sær aðra niðurstøðu, enn at Búnaðargrunnurin er størsta forðingin fyri, at nakar bóndi sleppur at gera íløgu í festið, hann umsitur.

 

Høvuðssøgan er um ein festara, ið heldur Búnaðargrunnin seta órímilig krøv til trygd fyri lánveiting.

 

Her vil eg enn einaferð minna á, at bóndur, ið kenna seg skeivt viðfarnar av Búnaðargrunninum, kunnu lata almenningin fáa innlit í málsviðgerðina og øll skjøl henni viðvíkjandi.

 

Í sama blaði skuldsetir formaðurin í Bóndafelagnum, Sigert Patursson,  Búnaðargrunnin fyri ikki at virka til frama fyri bøndurnar.

 

Hann sigur størsta trupulleikan vera, at bøndurnir verða kravdir at hefta persónliga fyri øllum lánum úr Búnaðargrunninum, og at lánipolitikkurin hjá Búnaðargrunninum ger, at ongar íløgur verða gjørdar í føroyskan landbúnað.  Í somu grein verður Sigert Patursson tískil skýrdur at vera eitt eindømi, tí hann sjálvur brúkar Búnaðargrunnin sum fíggingarveitara.

 

Alt hetta er beinleiðis skeivt.

 

Búnaðargrunnurin hevur lógarfesta skyldu at tryggja síni útlán best møguligt.

 

Og tað verða sanniliga gjørdar íløgur í føroyskan landbúnað. Hesi seinastu árini eru stórar íløgur gjørdar í fleiri fjós, umframt nógvar aðrar íløgur, har tíverri ikki allar tó hava givið bøndunum størri avkast.
Búnaðargrunnurin er høvuðsfíggjari í fleiri av hesum verkætlanum, so tað eru altso aðrir bøndur enn  formaðurin í Bóndafelagnum, sum brúka Búnaðargrunnin.

 

Nýliga eru harafturat stórar upphæddir játtaðar úr grunninum. Í 2011 vórðu í rundum tølum 80 milliónir krónur játtaðar yvir 10 ár í felagspulju, harav meginparturin fer til veltistuðul. Í ár eru 25 milliónir krónur játtaðar yvir seks ár til stráfóðurstuðul. Báðar hesar upphæddirnar stuðla sostatt beinleiðis mjólkaframleiðsluni. Og tað sama gera tær 52 milliónir krónurnar í útistandandi skuld, sum grunnurin júst hevur fingið loyvi frá Løgtinginum at avskriva.

Umframt hetta hevur Løgtingið í ár játtað seks milliónir krónur úr Búnaðargrunninum til Koltursverkætlanina og fimm milliónir krónur til Búnaðarstovuna til viðlíkahald.

 

Til samans gevur hetta í rundum tølum 168 milliónir krónur, sum upp á stutta tíð eru latnar úr Búnaðargrunninum, og nógv tann størsti parturin fer sum nevnt beinleiðis sum stuðul til mjólkaframleiðsluna.

 

Tórshavn tann 15. juli 2013

Sjúrður Knudsen
stjóri í Búnaðargrunninum