Bungy-run á torginum í SMS

Tað er børnunum ein skal hava fatur í, tá søluframtak skal gerast fyri »barnavørum« sum eitt nú Coca-Cola. Tað eru teir púra greiðir yvir og tí leigaðu teir torgið í SMS til »Bungy-run«

Føroyingar drekka nógv sodavatn - tað er vist.

Og føroyingar drekka eisini nógv Coca-Cola - tað er eisini vist.

Men ein so stóru sodavatsframleiðari sum Coca-Cola letur seg ikki nøkta við at vera næststørst á marknaðinum og tí hava teir eina sera effektiva, men samstundis eisini aggresiva lýsingarframferð.

Hesaferð var túrurin komin til Føroya og Poul Hansen, sum er umboð fyri Coca-Cola fyritøkuna í Føroyum gjørdi ikki verri enn at leiga seg inn á torgið í SMS við einum sokallaðum »Bungy-run«-breyt, ætla børnum at kappast á.

Tað fyrigongur nevniliga soleiðis, at eitt elastikk verður bundið um miðjuna á børnunum, meðan tey standa á botni á rennibreytini. Síðan skulu tey renna, við ein Coca-Cola-fløsku, so langt tey klára - til tað »strammar í«.

Fløskuna skulu tey seta frá sær har tey koma til..

Sera skemtiligt tiltak fyri børnini og eftir talinum á børnum at døma, so dámdi teimum hetta hugskotið avbera væl, tí sum vit síggja vóru nógv børn møtt

Og var tað ikki nóg mikið, at gera reklamu innanhýsis, so hevði Poul Hansen eisini sett ein »mega« Coca-Cola fløsku í SMS túninum.

Skemtilig hugskot, og í øllum førum nakað vit sjáldan síggja í Føroyum.