Burðaravlopið er metlágt og fólkatalið heldur fram at minka.
Tað er dapra niðurstøðan, nú Hagstovan hevur gjørt støðuna upp og staðfestir, at 1. apríl vóru vit føroyingar 48.339 í tali og tað eru 197 færri enn 1. apríl í fjør.
Hetta síðsta árið vóru 573 børn fødd og 363 fólk doyðu, og burðaravlopið var tí 210, men samstundis fluttu 1.701 fólk av landinum og bara 1.294 fólk fluttu til Føroya, so nettofráflyting er 407 fólk.
Sostatt minkaði fólkatalið 197 fólk tilsamans, og í prosentum er minkingin 0,4 prosent.
Hoyrið niðanfyri, hvat Hans Pauli Strøm, sosiologur, sum millum annað arbeiðir við hesum tølunum á Hagstovuni, sigur: