Burn: H71, StÍF og VÍF vunnu

H71 er framvegis greitt oddalið

Tríggir dystir vóru leiktir í Burn mansdeildini í dag. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann oddaliðið, H71 greitt 36-28 á Kyndli. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 16-14.

 

William Skovsager hjá Kyndli, og Jákup Egholm hjá H71 vóru toppskjúttar. Teir skutu 10 mál hvør. 

 

Í høllini í Kollafirði vann VÍF grannauppgerðina á KÍF við seks málum. Tá dysturin var liðugur vísti máltalvan 29-23 til VÍF, ið eisini var frammanfyri við seks málum í steðginum. Hálvleiksstøðan var 14-8 til VÍF.

 

Rói Seyer Hjaltason og Emil Nielsen vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá KÍF. Filip Jojic var við sjey málum toppskjútti hjá VÍF.

 

Í høllini á Skála vann StÍF 27-22 á Neistanum. Í steðginum vóru strandingar frammanfyri við fýra málum, 12-8. 

 

Trúgvi Hávardsson var við seks málum toppskjútti hjá StÍF. Nikolai Bliznov var við fimm málum toppskjútti hjá Neistanum.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##