Burn: H71 vann á StÍF og VÍF vann á Neistanum

VÍF og H71 eru fremst í Burn mansdeildini

Seinnapartin vóru tveir dystir leiktir í Burn mansdeildini.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann VÍF 26-21 á Neistanum. Í steðginum var VÍF á odda 16-10.

 

Í seinna hálvleiki megnaði Neistin ongantíð veruliga at hótta leiðsluna hjá vestmenningum.

 

Tróndur J. Kragesteen var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við átta málum.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 trivaligan 31-22 sigur á StÍF. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 15-10.

 

Louis Christy og Sveinur Olafsson vóru toppskjúttar hjá H71 við sjey málum hvør. Kasper Sommer var toppskjútti hjá StÍF við seks málum.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Neistin-VÍF 21-26 (10-16):

 

##med2##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-StÍF 31-22 (15-10):

 

##med3##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF82702165414
 H7192702284213
 KYNDIL92552223312
 NEISTIN10256281-259
 KÍF10256279-238
 TEAM KLAKSVÍK9239282-435
 STÍF9243281-383