Burn: Heimasigrar til Kyndil og KÍF

Kyndil vann oddauppgerðina móti StÍF

Tveir dystir vóru leiktir í Burn mansdeildini í dag.

 

Í høllini á Hálsi i Havn tók oddaliðið, Kyndil móti næstfremsta liðnum, StÍF.

 

Kyndil vann dystin 39-33. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-14.

 

William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við 11 málum. Martin T. Danielsen og Trúgvi Hávardsson vóru toppskjúttar hjá StÍF við sjey málum hvør.

 

Í høllini í Kollafirði vann KÍF 25-20. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 11-9.

 

Við sjey málum var Bárður Dam toppskjútti hjá KÍF. Pauli Høj var toppskjútti hjá Neistanum, somuleiðis við sjey málum.

 

HER ber til at síggja dómaraseðlarnar og støðuna frá HSF:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##