Fyrsti landskappingardysturin í Burn mansdeildini var fyrr í kvøld leiktur í høllin á Skála, har StÍF tók ímóti KÍF.
KÍF vann ein greiðan 34-26 sigur á StÍF.
Strandingar vóru væl við ta fyrstu løtuna. Tá 21 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 11-11, men løtu seinni var KÍF á odda 14-11, og høvdu kollfirðingar leiðsluna tað sum eftir var av dystinum.
Kollfirðingar vóru á odda 16-13 í steðginum, og teir øktu beinavegin til 18-13. Tað nærmasta StÍF kom leiðsluni hjá KÍF í seinna hálvleiki var við støðuna 17-21. Tá níggju minuttir vóru eftir av dystinum var KÍF frammanfyri við 10 málum, 31-21.
Rasmus Søby, ið hevur spælt við Neistanum undanfarnu árini var toppskjútti hjá KÍF við átta málum.
Toppskjútti hjá StÍF var Trúgvi Hávardsson við sjey málum.
Her er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##