Burn Mansdeildin: Neistin vann á KÍF

Neistin er á fjórða plássinum trý stig frammanfyri KÍF

Ein dystur var leiktur í Burn Mansdeildini í kvøld.

 

Í høllini á Hálsi í Havn tók Neistin móti KÍF.

 

Tað eydnaðist neistamonnum at vinna dystin 29-26. Í steðginum var Neistin á odda 16-12.

 

Tá 42 minuttir vóru leiktir av dystinum var Neistin á odda 24-15. Tá tveir og ein fjórðings minuttur var eftir var Neistin bert á odda 26-25, men tað eydnaðist Neistanum at fáa tamarhald á støðuni aftur og vinna dystin 29-26.

 

Veteranurin, Tróndur Kragesteen var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Fríði Weyhe var toppskjútti hjá KÍF við seks málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF134213517020
 H71133953326319
 KYNDIL143933623117
 NEISTIN14371379-816
 KÍF14363379-1613
 STÍF14394433-396
 TEAM KLAKSVÍK14348449-1015