Burn: Sigrar til VÍF og Neistan

Tveir dystir eru leiktir í Burn mansdeildini

Seinnapartin eru tveir dystir leiktir í Burn mansdeildini.

 

Í høllini í Vestmanna eydnaðist tað heimaliðnum, VÍF at vinna 33-28 á StÍF. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 15-14.

 

Tá 47 minuttir vóru leiktir var VÍF á odda 22-21. Tá eydnaðist VÍF at økja til 25-21, og eftir tað kom StÍF ongantíð nærri enn trimum málum. 

 

Sjúrður Olsen var toppskjútti hjá VÍF við 12 málum. Toppskjútti hjá StÍF við níggju málum var Pauli Rasmussen. 

 

Í Badmintonhøllini í Klaksvík vann Neistin ein greiðan 28-21 sigur á Team Klaksvík. Í steðginum var Neistin á odda 15-10.

 

Mathias Lassen Samuelsen og David Danielsen vóru toppskjúttar hjá Team Klaksvík við fýra málum hvør. Fríði Mørk Hentze og Niklas Drayton Gaard vóru toppskjúttar hjá Neistanum við sjey málum hvør. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðlarnir hjá HSF frá dystunum í Vestmanna og í Klaksvík:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil41059966
Neistin4979435
VÍF39372214
StÍF3918474
H713848224
KÍF37175-41
Team Klaksvík495130-350