Burn: StíF skelkaði KÍF - VÍF og H71 vunnu eisini sínar dystir

Tríggir dystir vóru leiktir í Burn mansdeildini í dag

Tríggir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í dag.

 

Í høllini á Skála skelkaði StÍF KÍF í fyrra hálvleiki. Tá 17 minuttir vóru farnir var StÍF á odda 12-3, og tá hevði KÍF longu brúkt tvey leikbrá. Í steðginum var StÍF á odda 18-11. Tað nærmasta KÍF kom í seinna hálvleiki var við støðuna 20-16. Strandingar vunnu dystin 32-26.

 

Í høllini í Vestmanna vann VÍF 27-23 á Neistanum, og eru vestmenningar nú trý stig frammanfyri KÍF og stýra beint móti FM-hálvfinalunum. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 14-13.

 

H71 er nú bert trý stig frá KÍF í stríðnum um annað plássið, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar. H71 vann sannførandi 28-20 sigur á Team Klaksvík í Badmintonhøllini í Klaksvík. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 13-10.

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-KÍF 32-26 (18-11)

 

##med3##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VÍF-Neistin 27-23 (14-13)

 

##med4##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Team Klaksvík-H71 20-28 (10-13)

 

##med5##