Føroysk hondbóltssøga og hondbóltssøga í Klaksvík er skrivað í dag.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur Team Klaksvík vunnið eitt heiðursmerki í bestu mansdeildini í hondbólti.
Tað gjørdist veruleiki í Vestmanna fyrr í dag tá Team Klaksvík aftaná longda leiktíð og brotskastskapping vann 35-34 á VÍF í bronsudystinum.
Í steðginum var støðan 15-14 til VÍF.
Aftaná 60 minuttir var støðan javnleikur 28-28.
Aftaná 70 minuttir var støðan javnleikur 32-32.
Filip Jojic kom á vøllin at skjóta seinasta brotskastið hjá VÍF við støðuna 35-34 til Team Klaksvík. David Henigman í Team Klaksvík málinum bjargaði, og so kundu klaksvíkingar stórfegnast um fyrsta heiðursmerki nakrantíð í bestu mansdeildini.
Bronsudysturin hjá kvinnum fór eisini til longda leiktíð og brotskastskapping. Stjørnan vann 42-41 (36-36 - 33-33 - 20-20) á Kyndli í bronsudystinum í SMS-deildini.
HER sæst dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
HER sæst gongdin í brotskastskappingini:
##med3##