Tveir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í dag.
Í høllini i Vestmanna tryggjaði Tróndur Johnsson (myndin) VÍF javnleik móti H71, tá hann við bert seks sekundum eftir á klokkuni javnaði til endaliga úrslitið 30-30. Í steðginum var støðan javnleikur 30-30.
Dánjal Ragnarsson var við níggju málum toppskjútti hjá VÍF. Høgni Heinason var við seks málum toppskjútti hjá H71.
Javnleikurin heldur VÍF á øðrum plássinum í deildini. Bæði VÍF og H71 hava 21 stig hvør.
Í høllini á Skála vann stórsigur 35-19 á Neistanum. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og i steðginum var StÍF bert á odda 12-11.
Torkil Dahl var við seks málum toppskjútti hjá StÍF. Lýðar í Dímun var við átta málum toppskjútti hjá Neistanum.
HER ber til frá HSF at siggja dómaraseðlarnar støðuna og komandi dystirnar í seinasta umfarinum:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##