Tríggir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í dag.
Í høllini á Skála hevði oddaliðið, VÍF tungt hoyggj við StÍF, ið var á odda 13-10 í steðginum. VÍF dróg tó longra stráið og vann dystin 29-27. VÍF er nú fimm stig frammanfyri KÍF og sjey stig frammanfyri H71, so beinleiðis FM-finaluplássið er nærum tryggjað.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 25-20 á Neistanum. Neistin var leingi væl við, og var á odda 11-10 í steðginum. Men í seinna hálvleiki brendi Neistin fleiri brotskøst, samstundis sum H71 fekk betur fatur á skjúttunum hjá Neistanum.
Í Badmintonhøllini gav botnliðið, Kyndil heimaliðnum, Team Klaksvík ein skarpan gang. Tá bert eitt sekund var eftir av dystinum skoraði Jens Pauli Poulsen sigursmálið fyri Team Klaksvík til 25-24. Í steðginum var Team Klaksvík á odda 12-11.
##med2##
Her ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-VÍF 27-29 (13-10):
##med3##
Her ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-Neistin 25-20 (10-11):
##med4##
Her ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Team Klaksvík-Kyndil 25-24 (12-11):
##med5##