Burn: VÍF tryggjaði sær triðja plássið - KÍF vann á Neistanum

Tað verður Team Klaksvík sum møtir H71 í FM-hálvfinalunum

Tað ber nú til at staðfesta, at FM-hálvfinalurnar í Burn Mansdeildini vera H71-Team Klaksvík og KÍF-VÍF. 

 

VÍF tryggjaði sær triðja plássið í grundspælinum við einum góðum 31-25 sigri á Team Klaksvík í Badmintonhøllini í Klaksvík. Team Klaksvík endar á fjórða plássinum, men talan er um eitt søguliga gott avrik hjá klaksvíkingum, og tað er tað sum stendur eftir nú Team Klaksvík hevur spælt sín seinasta dyst í grundspælinum. 

 

Vestmenningar vóru flúgvandi í fyrra hálvleiki, og í steðginum var VÍF á odda 17-8. Tað hilnaðist betur hjá Team Klaksvík í seinna hálvleiki, men tað nærmasta klaksvíkingar komu var 19-23 og 25-29, men í báðum førum megnaðu vestmenningar at økja aftur. 

 

KÍF vann 26-23 á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13, og tá 44 minuttir vóru farnir var Neistin á odda 19-17. Tá megnaði KÍF at skora fýra mál uttan, at Neistin fekk svarað aftur, og tá seks minuttir vóru eftir var KÍF á odda 25-20. Neistin megnaði at pynta um úrslitið seinastu løtuna.

 

Sunnudagin klokkan 16 spæla H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. StÍF og KÍF spæla í høllini á Skála. Seinasti dysturin í grundspælinum verður spældur komandi hóskvøld klokkan 20, tá Neistin og Kyndil dystast.

 

Team Klaksvík-VÍF 25-31 (8-17)

 

Neistin-KÍF 23-26 (13-13) -  Stigatalvan sæst undir dómaraseðlunum hjá HSF: 

 

##med2##

 

##med3##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H711754041412630
 KÍF174744353924
 VÍF174874384920
 TEAM KLAKSVÍK18495524-2917
 STÍF17470533-6311
 NEISTIN17477507-3010
 KYNDIL17397489-928