Burn: VÍF vann á Kyndli og StÍF vann á Neistanum

StÍF er nú trý stig frammanfyri Team Klaksvík í stríðnum um týdningarmikla sætta plássið

Tveir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í kvøld. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn eydnaðist tað oddaliðnum, VÍF at vinna 26-22 á Kyndli. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 15-13.

 

William Skovsager og David Edvardsen vóru toppskjúttar hjá Kyndli við fimm málum hvør. Hallur Arason var við átta málum toppskjútti hjá VÍF.

 

Í høllini á Skála vann StÍF 32-28 á Neistanum. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Tá 44 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 22-22. Tá eydnaðist StÍF at koma framum 26-22. Eftir hetta eydnaðist strandingum at halda munin.

 

Trúgvi Hávardsson var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum. Tróndur J. Kragesteen var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum.

 

Í morgin klokkan 14 spæla H71 og Team Klaksvík í Hoyvíkshøllini. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum Kyndil og VÍF:

 

##med2## 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum StÍF og Neistan: 

 

##med3##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF144473737422
 H71133953326319
 KYNDIL154153882717
 NEISTIN15399411-1216
 KÍF14363379-1613
 STÍF15426461-358
 TEAM KLAKSVÍK14348449-1015