Burn: VÍF vann á StíF og Team Klaksvík vann fyrsta stigið

Tveir dystir eru leiktir í Burn mansdeildini

Tveir dystir eru leiktir í Burn mansdeildini í dag.

 

Í høllini í Vestmanna vann VÍF fyribils annað plássið frá StíF við at vinna 35-31 á júst StÍF. StÍF var annars á odda 17-15 í steðginum. Tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 30-30. Seinastu løtuna megnaðu vestmenningar at skjóta fimm mál, og harvið tryggja sær sigurin.

 

Við átta málum var Filip Jojic toppskjútti hjá VÍF. Pauli Rasmussen var toppskjútti hjá StÍF, somuleiðis við átta málum.

 

Í Klaksvík er lagið gott nú Team Klaksvík loksins hevur tryggjað sær fyrsta stigið í kappingini. Í Badmintonhøllini í Klaksvík endaði dysturin millum Team Klaksvík og Neistan við javnleiki 31-31. Í steðginum var Team Klaksvík á odda 13-12. Tað leikaði javnt á, og ongantíð í seinna hálvleiki var munurin meir enn tvey mál.

 

Jens Pauli Poulsen var toppskjútti hjá Team Klaksvík við sjey málum. Ari Arnason var stórskjútti hjá Neistanum. Hon skoraði heili 11 mál.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dystunum í Vestmanna og Klaksvík og støðuna:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##