Norðurkorea
Árni Joensen:
Japanar hava leingi hildið uppá, at norðurkoreansku myndugleikarnir rændu og burturfluttu ellivu japanar í sjeyti- og áttatiárunum. Norðurkorea hevur øll árini víst hesum aftur, men undir samráðingunum við japanska forsætisráðharran, Junichiro Koizumi, týsdagin viðgekk norðurkoreanski leiðarin, Kim Jung-il, at japanski illgrunin var rættur.
? Eg biði tygum og japanar um umbering. Slíkt skal ongantíð henda aftur, og tey seku verða revsað, segði Kim Jung-il, tá hann og Koizumi hittust í norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang.
-? Eg eri skelkaður. Tá eg hugsi um tað, sum skyldfólkunum hjá hesum neyðars fólkum hevur verið fyri, er tað næsta ikki til at fata, segði japanski forsætisráðharrin, sum samstundis lovaði, at tey fýra, sum eru eftir á lívi, sleppa heimaftur.
Á fundinum greiddu norðurkoreanar frá, at teir burturfluttu japanarnir vórðu nýttir til at læra norðurkoreanskar njósnarar japanska málið.
Rænd í Keypmannahavn
Ein av teimum ellivu japanunum, sum norðurkoreanar rændu og burturfluttu, var Keiku Arimoto. Hon var farin til London at útbúgva seg, men á einari lestrarferð til Keypmannahavnar í 1983 møtti hon nøkrum norðurkoreanskum diplomatum, sum fingu hana at koma við sær til Norðurkorea, har hon skuldi fáa eitt spennandi starv. Kaiku Arimotu var tá 23 ára gomul, og síðani hevur eingin frætt frá henni.
Ikki fyrr enn nú. Navn hennara stendur á tí yvirlitinum, sum norðurkoreanar handaðu japanum týsdagin. Men har stendur eisini, at hon er ikki á lívi longur.
Soleiðis er eisini við Megumi Yokata. Hon var bert 13 ára gomul, tá norðurkoreanar rændu hana og fluttu hana til Norðurkorea í einum kavbáti. Í dag hevði hon verið 38 ár.
Líka síðani burturflytingarnar hevur tað verið eitt fólkakrav í Japan, at myndugleikarnir skuldu fáa greiði á, mhvat varð av teimum ellivu fólkunum. Junichiro Koizumi, forsætisráðharri hevur eisini lovað fólkinum at fáa greiði á málinum.
Tað hevur hann nú fingið.