Burturflytingarlið ger um seg

Í síðstu viku bleiv ein tvey ára gomul genta knappliga burtur í einum handli í Gentofte í Danmark. Handilsvaktirnir funnu hana á einum WC, har tveir menn vóru í ferð við at klippa hárið av henni

Í kjalarvørrinum av burturflytingini av ensku gentuni Madelaine eru fólk vorðin nógv meiri ansin, og hava nógv meiri eyguni eftir børnum sínum. Og at hetta er neyðugt, gjørdist sjón fyri søgn hjá einari ungari mammu í Gentofte.

Hon og ein vinkona vóru farin inn í stóra handilin Ikea í Gentofte, tá mamman knappliga varnast, at dótturin er burtur. Eitt lítið bil leitaðu eyguni burtur frá dóttrini, og tað var nóg mikið.

Tær báðar boðaðu frá beinanvegin til informatiónina, og lukkutíð hevur handilin eina skipan sum ger tað møguligt, at læsa hurðarnar alt fyri eitt. Og hetta var sjálvandi gjørt.

Leitað var um allan handilin, og at enda komu handilsvaktirnir fram á lítlu gentuna inni á einum WC, har tveir mans vóru í holt við at klippa hárið av hesi lítlu. Menninir, sum søgdust vera pólendingar, vóru beinanvegin handtiknir.

Løgreglan arbeiðir við at rekja upp ein størri burturflytingarring, og heitti tí á mammuna og vinkonuna um ikki at fara í miðlarnar við hesum. Í Ekstrablaðnum stendur at lesa um hetta undir heitinum »vandrehistorier«. Men at hendingin er farin fram, sum her sagt frá, er váttað fyri Sosialinum av føroyskari mammu, hvørs dóttir starvast saman við ommuni hjá tvey ára gomlu gentuni, ið varð burturflutt.

Føroyska mamman sigur, at omman, dóttir hennara og allir starvsfelagar teirra eru fullkomiliga skelkað, og omman er líkaglað við, um løgreglan vil halda hetta loyniligt orsakað av kanningararbeiðinum. »Eg tosi um tað, tí eg vil ávara onnur, so tey ikki koma í líknandi støðu«, verður omman endurgivin fyri at siga.

Sosialurin kennir navnið á starvsfelaganum hjá hesi ommuni, men verður tað nevnt, kann tað koma henni í trupulleikar við løgregluna, og verður navnið tí hildi loynt.