Burturkast frá skipum í stríð við havumhvørvislógina

Kitty May Ellefsen, ið hevur lagt fram eina verkætlan sum ritgerð um havumhvørvisvernd og dálking frá fiskiskipum, staðfestir, at hóast høvuðslógarkarmarnir í Føroyum eru til staðar, verður nógv burturkast tveitt í havið

Havumhvørvi

Í innganginum til verkætlan sína, sigur Kitty May Ellefsen, at menniskjaligu árinini á havumhvørvið eru vaksandi. Hetta er partvís orsakað av burturkasti frá skipum.
Hon vísir á, at verjan av havumhvørvinum móti dálking av burturkasti frá skipum, er vanliga ásett við tjóðarlóggávu saman við altjóða og millumtjóða sáttmálum. Ein hin týdningarmesti sáttmálin í altjóða høpi, er Marpol-sáttmálin, sum hevur til endamáls at steðga dálking av havinum, bæði av hørðum, flótandi og rakstrarburturkasti.
- Sum høvuðsreglu skulu øll hesi sløg av burturkasti vera umborð á skipunum, til skipið kemur í havn, har burturkastið skal koyrast í land. Á landi er vanliga ein móttøkuskipan, ið tryggjar, at burturkastið verður fyribeint á ein umhvørvisvinarligan hátt.

Okkara ábyrgd

Hon sigur, at í Føroyum er tað havumhvørvislógin frá 1999 saman við kunngerðum, sum regulerar hetta økið. Av tí, at lógin er donsk, hevur tað verið danski umhvørvismálaráðharrin, ið hevur havt yvireftirlit við lógini. Men fyri sløkum árin síðan vórðu havumhvørvismálini yvirtikin av Føroya landsstýri. Í hesum sambandi undirskrivaðu danski og føroyski umhvørvismálaráðharrin eina avtalu um samstarv innan havumhvørvisøkið.
- Í høvuðsheitum hevur yvirtøkan av málsøkinum givið løgtingi og landsstýri lóggávu-og umsitingarvald á økinum. Men tað verður innan karmarnar av altjóða rætti, at lóggáva og umsitingarvald skulu fremjast.
Kitty May vísir á, at havumhvørvisvernd í altjóða sjógvi í stóran mun er regulerað í altjóða sáttmálum.
- Á føroyskum sjóumveldi er lóggávuvaldið hjá Føroya løgtingi, og er ikki avmarkað av altjóða rætti. Hetta merkir, at strangari reglur kunnu setast í gildi innan føroysk sjóøki, um tað er ynskiligt, sigur hon.

Burturkast í havið

Kitty May staðfestir í verkætlanini, at høvuslógarkarmarnir í Føroyum eru til staðar, tá ið ræður um havumhvørvi. Kortini staðfestir tann parturin av verkætlanini, ið snýr seg um burturkast frá skipum, at nógv verður tveitt í havið í stríð við havumhvørvislóggávuna. Hetta er burturkast, sum átti at verið tikið við aftur til lands.
Hon sigur, at talan serliga er um hart og rakstrarburturkast.
- Hart burturkast stavar frá vanligum provianti ? mati, plastikk íløtum og øðrum, ið stendst av at halda eitt vanligt húsarhald umborð.
Kitty vísir á, at eingin kanning er gjørd síðan 1996, sum prógvar í hvussu stóran mun føroysk skip tveita burturkast í havið.

Endamálið

Verkætlanarleiðarin sigur, at endamálið við arbeiðinum, sum gjørt er, er at finna út av, hvussu vit í Føroyum kunnu liva upp til og lúka tær skyldur, ið Marpol-sáttmálin ásetir.
- Fyri at náa hesum máli, er neyðugt fyrst at kanna, í hvønn mun føroysk skip fylgja lóggávuni, sum setir bann fyri tøming av burturkasti í havið. Eisini er neyðugt at lýsa, hvussu ein føroysk móttøkuskipan kundi verið sett saman, soleiðis at hon lýkur altjóða krøv á økinum.
Í verkætlanini lýsir hon eisini føroysku lóggávuna, eins og greitt verður frá altjóða og millumtjóða sáttmálum á økinum.
Kitty May samanber eisini okkara lóggávu við lóggávuna í øðrum londum, og hon setir spurningin, um okkara lóggáva er nøktandi.
- Verkætlanin er greidd úr hondum sum ein ritgerð, sum kann verða avvarðandi myndugleikum at gagni, sigur Kitty May Ellefsen.