Burturvið at útihýsa Føroyum

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum heldur, at Føroyar eiga at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum

Tá Norðurlandaráðið hevur ársfund frá 1. til 3. november, verður eitt av málunum, sum skal umrøðast, ein føroysk umsókn um limaskap í Norðurlandaráðnum og Norðurlendska ráðharraráðnum.

 

Umframt, at føroyska umsóknin, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, vegna Føroya landsstýri hava latið inn, verður viðgjørd í ráðnum, verður hon eisini tikin upp á samstarvsráðharrafundi í hesum sambandi.

 

Samgongan hevur í samgonguskjalinum ásett at virka fyri, at Føroyar skulu gerast fullgildigir limir í norðurlendska samstarvinum, og tí er ítøkiliga umsóknin nú handað.

 

- Føroyar eru norðurlendsk tjóð, og tí er tað sjálvsagt, at Føroyar eiga at hava fulla ávirkan og fullgildigan limaskap í norðurlendska samstarvinum, við teimum rættindum og skyldum hetta inniber, sigur Poul Michelsen, sum eisini er norðurlendskur samstarvsráðharri.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Poul Michelsen um føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum.